Søluskipan Kundar
From Nema Wiki
Revision as of 11:54, 21 September 2009 by 172.16.200.138 (Talk)
Teigar í myndini Kundar
Generelt
- Kundanr
- Hetta er eintýðuga kundanummarið sum eisini verður brúkt tá bókað verður. T.v.s. tað skal finnast sum ein konta í bókhaldsskipanini eisni.
- Navn
- Kundanavnið
- Sperraður
- Tú kanst sperra ein kunda. Hetta merkir at tú kanst ikki dagføra verandi ordrar hjá honum til fylgiseðlar ella fakturera ordrar hjá viðkomandi kunda. Hóast ein kundi er sperraður, kanst tú gera ordrar uppá hann - við tað at ongar dagføringar verða gjørdar, hvørki uppá kundan ella evt. vøru.
- Leitinavn
- Hetta er eitt eyka navn tú kanst leggja inn á kundan. Hetta kemur ikki fram á nakra útskrift, men við tað at leitast og bólkast kann uppá hendan teig, kann hetta verða ein hentur teigur.
- Navn2
- Hetta er bert ein víðkan av navna-teiginum. Teigurin kemur við á útskriftirnar sum verða sendar til kundan.
- Kundabólkur
- Tá tú stovnar nýggjan kunda, verður hesin teigur fyltur út við fyrstu linju í skránni Kundabólkar. Tú kanst t.d. velja at deila kundarnar hjá tær sundur í fleiri bólkar og við hjálp av hesum teiginum ber til at fáa teir bókaðar á ymiskar kontur í bókhaldinum.
- Gjaldoyra
- Skipanin er bygd upp soleiðis at hon skal kunna handfara ymisk gjaldoyru. Gjaldoyra sum verður valt her, verður flutt við til ordran og fakturan. Tá fakturin so verður bókaður, verður upphæddin bókað í tí fremmanda gjaldoyranum.
Við tað at hentleikin ikki er virkin enn, hevur hetta einans kosmetiska ávirkan. Í sleppingarætlan okkara verður nevnt møguleikin at kunna skriva fakturar út í fremmandum máli og við fremmandum gjaldoyra.
Tá tú stovnar nýggjan kunda, verður hesin teigur ásettur eftir hvat stendur í Virkisupplýsingar/Standard gjaldoyra.
- Skipanin er bygd upp soleiðis at hon skal kunna handfara ymisk gjaldoyru. Gjaldoyra sum verður valt her, verður flutt við til ordran og fakturan. Tá fakturin so verður bókaður, verður upphæddin bókað í tí fremmanda gjaldoyranum.
- Mál
- Ætlanin er at kunna skriva fakturar út á ymiskum málum, so hesin hentleiki verður ikki tikin í nýtslu fyrr enn tað verður klárt.
Tá tú stovnar nýggjan kunda, verður hesin teigur ásettur eftir hvat stendur í Virkisupplýsingar/Standard málkota.
- Ætlanin er at kunna skriva fakturar út á ymiskum málum, so hesin hentleiki verður ikki tikin í nýtslu fyrr enn tað verður klárt.
- Navn, Adressa,
Postnr, Býur og Land- er sjálvsigandi. Hesar upplýsingar koma fram á øllum útskriftum.
- Telefon, Fax,
Teldupostur, Heimasíða og Kontaktpersónur- er sjálvsigandi. Hesar upplýsingar koma IKKI fram á nakrari útskrift, men teldupostadressan verður nýtt sum móttakari tá ordraváttan og fakturi skal sendast umvegis teldupostskipanina.
Gjaldsupplýsingar
- Fakturakonta
- Herí kann setast eitt kundanummar sum er tann kundin sum fær rokningina tá fakturin verður skrivaður út. T.v.s. siga ordraskipanin arbeiðir við einum leveringskunda og einum fakturakunda. Um tú sum brúkari einki setur í her, verður kundanr brúkt sum stendur á forsíðuni. Í flestu førum er tað sami kundar sum bíleggur sum skal hava fakturan.
Men tað er hugsandi at t.d. ein skúli bíleggur eitthvørt, men kommunan skal rinda. Tá skal inni á kundanum setast kundanr hjá kommununi í hendan teig.
Tað ber tó til inni á ordranum at tilskila at annar kundi skal hava rokningina, sjálvt um hann ikki stendur uppplýstur í hsum teigi inni á kundanum.
- Herí kann setast eitt kundanummar sum er tann kundin sum fær rokningina tá fakturin verður skrivaður út. T.v.s. siga ordraskipanin arbeiðir við einum leveringskunda og einum fakturakunda. Um tú sum brúkari einki setur í her, verður kundanr brúkt sum stendur á forsíðuni. Í flestu førum er tað sami kundar sum bíleggur sum skal hava fakturan.
- Gjaldstreytir
- Her kann veljast ein gjaldstreyt sum verður skrivað út á fakturan. Hesin teigur verður førdur yvir á ordran tá hann verður stovnaður, men kann inni á ordranum broytast til aðra gjaldstreyt uttan at tað ávirkan teigin inni á kundanum.
- Gjaldsháttur
- Her kann veljast ein gjaldsháttur. Gjaldshátturin verðurverður førdur yvir á ordran tá hann verður stovnaður. Í hesi útgávu er hann bert ætlaður sum upplýsing til tann sum ger ordrar.
- Avsláttur %
- Í hendan teig kann ein avsláttur ásetast. Hesin prosentsatsur verður settur inn á ordralinjurnar so hvørt tær verða stovnaðar. Inni á ordralinjunum kanst tú broyta satsin uttan at tað ávirkan hendan teigin inni á kundanum.
Dimensiónir
- DIM1..Dim5
- Skipanin arbeiðir við fimm dimensiónum. Upplýsingarnar herí eru ikki knýttar at aðrari skrá og er tað tí fríur tekstur ið kann setast inn her. Tær upplýsingar tú tastar inn her, koma við yvir á ordralinjurnar har tær eftirgylgjandi kunnu broytast. Hesar dimensiónir eru við í fíluni sum verður latin bókhaldsskipanini til innlesing.