Vegleiðing Koyringar

From Nema Wiki

Jump to: navigation, search

Contents

Stutt frágreiðing

Ein koyring er ein lønarkoyring. Tá løngevarin skal geva starvsfólkinum løn, stovnar hann eina nýggja lønarkoyring. Í lønarkoyringini stovnar hann síðani ein ella fleiri lønarseðlar til hvørt starvsfólkið. Tá allir lønarseðlarnir eru stovnaðir, kunnu frádráttirnir útroknast. Hereftir er klárt at flyta løn, skriva seðlar út og listar og lønarseðlar við telduposti.

At gera eina løn

1. Fær til Koyringar í høvuðsvalmyndini 2. Vel Stovna koyring 3. Fyll út feltini Heiti; Ábyrgd; Debit og Kredit dato (Skjal er ikki ein treyt at fylla út) 4. Um tað eru tímalønir frá klokkuskipan: Vel Innles inni tí nýggju koyringini, og vel Lønarseðlar (klokkuskipan) 5. Markera vikuna (fíluna) og trýst á Åbn (Seðlarnir koma nú inn) 6. Um tað eru aðrar lønir (t.d. mánaðarlønir), ið skulu koyrast inn, verður trýst á Stovna seðil niðast í rútinum. 7. Ein kann velja at rætta seðlar ella at strika seðil við at klikkja á ávikavist Opna seðil ella Strika seðil 8. Eftir at allir seðlar eru komnir inn, skal ein velja Koyring og Rokna koyring (frádráttir vm verður roknað út. Eisini verða fílurnar útlisnar til lønarportalin, netbankan og bókhaldsskipanina. Annars sí "Rokna koyring") 9. Vel Koyring og Stong koyring 10. Vel Útskriftir og útskrivað eitt nú Lønarseðlar, Lønflytingar, Frádráttir, Útreiðsluyvirlit og Gjaldslistayvirlit 11. Vel Teldupostur og síðani Send lønarseðlar og Send frádráttarlistar (Einans teir persónar, ið eru uppsettir við telduposti, eru markeraðir, táið "Send lønarselar" verður valt. Á sama hátt eru einans teir frádráttarlistar markeraðir, ið eru uppsettir við telduposti inni í "Frádráttir") 12. Fær nú inn í lønarportalin og netbankan og flyt lønarlistan og hópflytingarlistan

Útskriva vegleðing Media:At_gera_eina_løn.pdf

Rokna eina koyring

Hvat merkir hetta ? Tá ein inntastar lønarseðlar, so inntasta vit nakrar manuellar linjur sum tal av tímum, yvirtíð o.l. Men útskrivtin av einum lønarseðla inniheldur vanliga eisini nakrar automatiskar lønarlinjur sum limagjald, eftirløn o.a.. Hesi mugu roknast av tí, sum vit hava inntasta manuelt. Tað gera vit vanliga beint áðrenn útskriftir. Um vit finna okkur skeivt inntastað, so kunnu vit rætta hetta. Hereftir mugu vit velja at rokna umaftur fyri at tær automatisku linjurnar skulu samsvara broytingunum.

Status á koyring

Ein koyring kann hava 3 ymisk status:

  • Opin og óroknað
  • Opin og roknað
  • Stongd

Um koyringin er opin, kann hon enn broytast. Fleiri lønarseðlar kunnu innsetast, strikast ella broytast. Data til koyringina so sum heitið á koyring, debit-dato og kredit-dato kunnu eisini broytast.

Um koyringin er stongd, kann einki broytast longur. Tað er hent at stongja eina koyring, tá hon er klár, tí so kann koyringin ikki broytast av óvart. Tað gevur ikki meining at broyta eina koyring, eftir at hon er liðug; tað kann bert skapa forvirring eftirfylgjandi.

Status er sostatt við til at tryggja arbeiðsgevaran móti ymiskum feilum:

  • Ein stongd koyring kann ikki broytast
  • Ein óroknað koyring kann ikki (uttan ávaring) útskrivast
  • Ein opin koyring kann ikki (uttan ávaring) útlesast


Skipanin veit sjálv, nær ein broyting fer fram og skiftir sjálv status millum "opin óroknað" og "opin roknað".

Personal tools