NEMA LUNDIN
From Nema Wiki
Vegleiðingar
Broytingar (ChangeLog)
Útgáva 2.0.2.175 (14-11-2022)
- Broytingar
- Vátta
- Um skipanin ikki megnar at gera keypsordra út frá einum viðheftum skjali, verður brúkarin spurdur um hann ynskir at stovna keypsordran manuelt.
- Vátta
Útgáva 2.0.2.170 (09-11-2022)
- Broytingar
- Rætting í smb. við feil í vísing av miðalkostprísi á eini vøru.
- "Les eisini áður lisnar bókingar" er nýggj áseting sum kann setast undir uppseting/Bankconnect.
- Alias kann/skal upplýsast í smb. við Bank Connect.
- Ctrl+Enter goymir bóking, tá tú rættar eitt skjal í eini finans-skuffu.
- Úrrit / Sølu hagtøl, bólkað eftir Kontoflokki, hevur broytt snið.
Útgáva 2.0.2.165 (20-10-2022)
- Nýtt
- Vátta
- Fakturaváttan kann nú vísa fleiri viðheft skjøl.
- Fakturaváttan kann gera keypsordrar beinleiðis frá viðheftum UBLOIOXML-skjali.
- Tú kanst marka fleiri linjur í vátta, sum skulu bókast í skuffu.
- Fleiri skjøl kunnu liggja í eini váttan - vís hesi í bókingarrútinum, kontoavritinum, keypsordranum v.m. um knýti er.
- Sak
- Útles saksposteringar og ordrar/fakturar við ref. til sak, til csv-fílu.
- Við at áseta nýggja teigin "Umbøn", á eina sak, verða ávísar kolonnur vístar í øðrum sniði í saksyvirlitinum.
- Óvirknar uppgávur inni á eini sak, verða vístar við øðrum liti.
- Til ber at fjala óvirknar uppgávur á eini sak inni á saksmyndini.
- Til ber at leita eftir yvirskrift og stempulteksi í uppgávuyvirlitinum inni á sakini.
- Vørur
- Vís miðal keypsprís og miðal kostprís inni á vørukortinum.
- Við áseting av fíggjarligari goymslustýring á einum vørubólki, ber til at áseta tilgongd-, frágongd- og vørunýtslukontur sum bókað verður á við keypg og sølu og goymslureguleringum.
- Annað
- Innles frá keypsseðlayvirlitinum eina UBL OIOXML fílu.
- Við eini stilling, ber til at læsa tíðarskeið sjálvt um bókingar eru í skuffum hoyrandi til tíðarskeiðið.
- Loyvi er ikki at broyta eina bóking í finans, sum kemur frá Ognarskipanini.
- Tú kanst marka fleiri linjur í eini skuffu sum skulu bókast í bankaskuffu.
- Vátta
Útgáva 2.0.2.155 (12-05-2022)
- Nýtt
- Vís budgett á kontolistanum
- Vís dimensiónir fyri útgreinaðu bókingarnar í bókingarrútinum
- Broytingar
- Eyka felt kann knýtast at konto, sum avgerð um teldupostur eisini verður sendur, umframt at OIOXML fíla verður gjørd
- Seðlar við einum "duldum" bíðmerki, kunnu fjalast pr. brúkara
- Tá leitað verður eftir vøru, verður eisini leitað uppá lokatión
- Tá tú frá Vátta bókar eitt skjal, kann skipanin eisini sjálvvirkandi gera eina bóking í bankaskuffuna
Útgáva 2.0.2.150 (18-01-2022)
- Nýtt
- Integratión við Nethandilsmodul frá Woocommerce
- Nethandilsvørur kunnu knýtast til fleiri nethandilsvørubólkar
- Innles linjur frá einum søluordra til eina avgreiðslu í POS
- Tekstbókingar kann innlesa fílu í hópflytingaformati
- Undir uppseting av brúkara, kann tilskilast at vørustovnan á saksuppgávu verður 'repiterandi'
- Broytingar
- Bóka í bankaskuffu (F7) frá finans, brúkar tekstslag á bankaskuffuni, um tað er uppsett
- Uppseting av tíðarskeiðum – betri validering so yvirlapp ikki koma fyri
- Undir uppseting av Vátta, ber til at royna at Binda í
- Krav er at váttanarskuffa skal knýtast til eitt tíðaskeið fyri at kunna bóka frá Vátta
- Fyribyrgt feili tá fakturerað verður og roynt verður at prenta fakturar sum ikki skulu sendast við telduposti/OIOXML
- Undir uppseting kann ásetast at Fylgiseðlaútskrift merkir at vøran er leverað av goymslu
- Nú ber til at stýra um dagfestingin skal vera dags dato ella skjaladato tá tú knýtir eitthvørt í eina saksuppgávu
Útgáva 2.0.2.140/141 (08-10-2021)
- Nýtt
- Knýti til Vátta, við m.a. hesum hentleikum
- Bóka beinleiðis í eina skuffu
- Ger ein keypsordra út frá einum PDF-skjali í Vátta
- Ger ein keypsordra og innnles allar vørur frá OIOXML-skjali í Vátta
- Frá keypsordranum kann skjalið/skjølini frá Vátta, verða víst
- Um Vátta hevur knýti til sak, verður vørulinja stovna á saksuppgávuni, tá bókað verður beinleiðis í eina skuffu
- Um Vátta hevur knýti til sak, verður vørulinja stovna á saksuppgávuni, tá keypsordrin verður gjørdur
- Frá saksuppgávuni kann skjalið/skjølini frá Vátta verða víst
- Annað
- Útles seðlayvirlit til Excel
- Innles ein keypsordra frá einum OIOXML-skjali
- Undir uppseting, kann ásetast at avslátturin tú fært á einum keypsordra, skal skiljast sum vinningur, tá tú útlesur ein keypsordra til sak.
- Nýggj saksútskrift er gjørd sum vísir útgreinaðar saksútreiðslur
- Knýti til Vátta, við m.a. hesum hentleikum
- Broytingar
- Kassauppgerðin í POS, sigur frá, um tað tú flytir í bankan, er meir enn 10% meira enn skipanin hevur roknað seg fram til
- "Sendast við", er nýtt filtur sum kann brúkast á seðlayvirlitinum fyri sølu-seðlar.
- Tá bókað verður í bankaskuffu (F7), verður tíðarskeiðið ásett smb. bankaskuffuni
- Leitingin í Nethandils-vørulistanum er víðkað
- Filtrering av ávísum teigum er møgulig í Bókingarrútinum við høgraklikk
- Vís evt. váttanarskjal frá kontoavritinum
- Sølustabbar kunnu útlesast til Excel
Útgáva 2.0.2.133 (14-05-2021)
- Rættingar
- Filtrering uppa ávisar kundar/veitarar í Søluhagtøl er rættað fyri feil í filtrinum í smb. við kontoflokkar og leititekst.
- Roknskaparuppseting spyr um loyniorð áðrenn tú kanst strika eina uppseting
- Nýtt
- Undir uppseting, ber til at áseta at skipanin undir uppstart, skal kanna um nakar endurtøkuordri skal gerast til ordra. Og um so er, verður tað gjørt.
- Undri uppseting kanst tú áseta at skipanin skal boða frá tá goymslan fyri eina vøru er minni <= 0, ella um hon fer niðurum tað sum er ásett sum Minimum goymsla.
- Í POS, kanst tú frá yvirlitinum skriva eina kassauppgerð út.
- Tolling
- Undir Listar/Viðlíkahalda vørulista, kanst tú innlesa nýggja tollfílu frá TAKS
- Tollsendingar brúkar nú V-talið frá firmaupplýsingunum og ikki úr certifikatinum
- Sakir
- Skipanin ger eina tekstlinju við yvirskriftini frá saksuppgávuni, tá tú knýtir sakslinjur til ein verandi ordra.
- Søluseðlar
- Kostvirði verður víst fyri SUM-linjur
- Brúkararættindi
- Nú kanst tú tilskila hvør brúkari hevur rættindi til Nethandilsvørur
- Nú kanst tú tilskila hvør brúkari hevur rættindi til at síggja hagtøl undir Úrrit
- Finans
- Tá tú frá Bókingarrútinum flytur bókingar úr eini bankaskuffu til eina aðra bankaskuffu, verður kreditkontan skift út til ta konto sum hoyrir til bankaskuffuna flutt verður til.
- Tá tú strikar bóking í eini skuffu, verður spjaldrið í upprunabókingini, um bókingin stavara frá F7 (bóka í bankaskuffu), eisini strikað.
- Annað
- Til ber at innlesa OIOXML-fílu til at gera keypsordrar. Undir uppseting kann tilskilast hvat vørunummar skal brúkast um vøran í XML-skjalinum ikki finnist í vøruskránni.
- Útskriva labels frá einum keypsordra antin ein pr. vørunr ella ein pr. nøgd sum stendur á ordralinjuni.
- Hópbroyta vørulista: Min goymsla kann nú eisini broytast.
- Innlesing av bankafílu - nú kanst tú áseta bankatekstin við at brúka variabulin %NAVNFRAHEIMABANKA%
- Undir uppseting kann tilskilast at fakturin sum XML-skjal skal sendast saman við pdf-fakturanum
- Keypsordrar kunnu gerast frá "Vátta"
Útgáva 2.0.2.120/121 (29-01-2021)
- Rættingar
- Áðrenn ein fakturi verður krediteraður, verður tú spurdur um tú ynskir at kreditera hann
- Í teigarnar 'Umbiðið av', 'Sølufólk' og 'Bíðimerki' bar ikki til at tøppa inn millumrúm. Hetta er nú rættað.
- Nú kanst tú leggja vørur inn á eina uppgávu, sjalvt um sakin hevur status 'Liðug'. Virkar líka sum tá sakin hevur status 'Ávegis fakturerað'
- Fakturaútskriftin er broytt, so størri tøl passa á linjurnar.
- Tá tú avritar eina linju, frá einum søluordra til ein annan, verður kostprísurin tikin við frá tí sum tú avritaði frá.
- Kundin á eini sak, má vera ein Skuldari.
- Inntøppan og Validering av FI- strongi virkar nú hegnisligari í bókingarrútinum.
- Filturið 'Virknar/Óvirknar' á vørulistanum, verður goymt pr. brúkara.
- Nýtt
- Úrrit/Søluhagtøl/Søla/Filtrera kundar, hevur leititeig og tú kanst eisini velja kontoflokk.
- Úrrit/Søluhagtøl/Keyp/Filtrera veitarar, hevur leititeig og tú kanst eisini velja kontoflokk.
- Nú ber til at senda viðheft skjal sum teldupost frá Ógreinaði-/Viðheft skjøl- rútinum.
- Tað ber til at Leggja vøru inn á goymslu, frá vørukortinum. Hetta krevur eina uppseting og at tú inni á brúkaranum gevur honum loyvi til hetta.
- Undir uppseting, kann ásetast at Søluprísurin (u/mvg) skal avrundast til nærmastu heilu krónu.
- Smávegis broytingar eru gjørdar undir uppseting av brúkara.
Útgáva 2.0.2.109/110 (13-10-2020)
- Rættingar
- Rætting í smb. við at stovnan av konto gav feil.
- Rætting í smb. við at ikki bar til at tasta millumrúm í teigin Umbiðið av, inni á einum ordra.
- POS
- Tá tú ásetur prís ella nøgd í POS, kanst tú inntøppa einfalt roknistykki.
- Í POS ber ikki til longur at gera ein kassa upp frá aðrari kassateldu
- Tá tú gert kassa upp í POS, verður eftirkannað, at annar brúkari ikki hevur uppdaterað somu kassauppgerð.
- Kassauppgerðirnar í POS vísa einans seinastu 100 kassauppgerðirnar, um tú ikki ert Admin/Bókhaldari.
- SAK
- Ordraseðil, við knýti til sak, vísir frámerki á linjuni, um vørunr IKKI er at finna á sakini.
- Undir Totalar á saksrútinum, verða kostprísir vístir, um Vís trúnaðarteigar er virkið.
- Sakstatus Liðug er implementerað - setur uppgávur óvirknar og broytir status á sakini til Liðug. Kann gerast fyri sakir sum eru í gongd og ávegisfaktureraðar. Verður sett upp undir Uppseting/Ymiskt/Sak
- Finans
- Tá tú velur "Á saksuppgávu" í finans, kann vøruteksturin ásetast fyri saksposteringina
- Í "Á saksuppgávu" í finans, spyr skipanin eftir eini skaffivøru, um eingin er upplýst undir uppseting.
- Undir Hagtøl á kontolistanum, kann man velja Vend fortekn
- Eftir at tú hevur aktiverað allar bókingar í skuffu, gjørdist Stovna knøtturin ikki altíð virkin; onkuntíð var hann virkin, men einki hendi, tá tú trýsti á hann. Hetta er nú rættað.
- Kontolistin kann nú vísa mánaðarsaldo fyri roknskaparárið í aktuellum tíðarskeiði og vísa rørslur pr. mðr. við at velja Rokna og velja vís útgreinað.
- Í kontolistanum kanst tú brúka .. at tilskila at tú leitar eftir kontonumrum frá og til. Td.: 200000..209999. Tú kanst eisini skriva t.d. ..200000 og t.d. 300000.. Um tú vilt velja ávís kontonr burturúr kanst tú brúka , t.d.: 100000,200000
- Seðlar
- Nøgd á Timburhandils-linjum hevur nú 3 desimalar
- Tað ber til at avrita ein faktura til eitt tilboð.
- Spyr ja/nei spurning, áðrenn seðil verður avritaður.
- Tá tú broytir kontu á søluordra, verður "Umbiðið" ikki longur yvirskrivað, um tú hevur fylt tað út frammanundan.
- Umbiðið av og Útflýggjað kemur nú við feitari skrift á útskriftirnar fyri faktura/ordra/fylgiseðli.
- Sperraðar kontur kunnu ikki fakturerast.
- Innlesing av tekstfílu við “vørunr;strikukota;Nøgd” kann nú eisini verða gjørt frá Sølu- og keypsordrum.
- Viðheftur fakturi í einum telduposti er ikki tengt at, um atgongd er til "Leið til skjøl"
- Betri validering í smb. við útrokning av gjaldfreist har manglandi upplýsingar fyriliggja.
- Optimering í smb. við at leitað verður í seðlayvirlitinum
- Nú ber til at útlesa seðlalinjur til Excel.
- Vørur
- Tað ber til at áseta, at ein vøra hevur fastan søluprís - bruttov% broytist, tá kostprísurin/søluprísurin broytist.
- Vís teigarnar Leverað og Tøk goymsla á vørulistanum og á vørukortinum, um tú hevur lisens til SAK.
- Vørukort/Hagtøl vísir Móttikið/Leverað og Tøk nøgd og eisini seinast keypt/selt, um tú hevur lisens til SAK.
- Tá tú leitar eftir vøru í vørulistanum, kanst tú leita eftir fleiri ávísum vørunumrum við at brúka | sum skiljitekn.
- Nú goymir skipanin hvørji leitikriteriir, tú hevur valt undir Filtur á vørulistanum.
Annað
- Tú kanst stýra pr. brúkara, hvat tíðarskeið kontoavritið skal hyggja í sum standard
- Zoom- møguleiki á høvuðsrútinum.
- Uppseting av brúkarum validerar betri uppá, um kota til kontantsøluskipan og brúkaranavn finnist frammaundan
- Skipanin spyr, áðrenn tú sleppur at strika eina roknskaparuppseting.
- Um einki er upplýst í "Leið til skjøl" fyri roknskaparárið, verður viðheft fíla avritað til arkivmappu, har sum fílan varð hálað frá, tá hon verður slept á eina finansbóking.
- Tá tú fakturerar ella skrivar fakturar út, verður fakturin goymdur sum PDF í "Leið til skjøl" undir Uppseting, um tað er útfylt - annars í "Leið til skjøl" í roknskaparárinum. Er hetta eisini blankt, verður fílan ikki goymd.
- Undir Úrrit/Søluhagtøl/Søla kann man velja ávisar kundar burturúr
Útgáva 2.0.2.94 (29-04-2020)
- Vørulisti
- Vørulistin hevur nýggja kolonnu sum vísur bruttovinning - hetta er ein trúnaðarteigur
- Pos
- Kvittan vísur evt. avsláttur í %
- Annað
- Heiti á valda felag verður víst, um tú heldur músina yvir ikonina á windows taskbar.
Útgáva 2.0.2.93 (26-04-2020)
- Finans
- Undir uppseting kann stýrast um gjaldsfreist kann tøppast inn í bókingarrútinum og um evt. gjaldsfreist á kreditori skal innganga í útrokning av gjaldsfreistini.
- Við at trýsta F7, ber til at gera eina bóking í eina bankaskuffu við støði í bókingini tú stendur á.
- Skipanin kann automatiskt gera eina bóking í eina bankaskuffu, meðan tú situr og bókar í eini aðrari skuffu.
- Við at trýsta Shift + * í skjalanr., fært tú hægsta skjalnr í roknskaparárinum sum skuffan hoyrir til, + 1.
- Seðlar
- Fjal samanteljingina fyri Nøgd á SUM-linjum á ordra/fakturaútskrift. Hetta kann ásetast undir Uppseting.
- Undir Innlesing frá øðrum seðlum, kann man nú velja millum vørulinjurnar, sum skulu innlesast.
- Í keypsordrum kanst tú áseta Attention, sum arvar teigin kontaktpersónur, inni á kreditorinum
- Á søluordrum, kanst tú skifta ímillum gjaldstreytir.
- Vørulisti
- 'Nøgd á søluordra' og 'Nøgd á keypsordra' verður víst á vørulistanum.
- Brúkarastýring
- Pr. brúkara, ber til at áseta, at viðkomandi ikki kann strika seðlar.
- Sak
- Avrita eina sak til eina nýggja sak.
- Áset undir uppsetan, at ikki skal verða loyvt at stovna/broyta/strika vørur í eini óvirknari uppgávu.
- Á saksyvirlitinum, vísir skipanin tal av óvirknum/virknum uppgávum pr. sak.
- Nýtt modul
- Ognarskipan
Útgáva 2.0.1.92 (06-03-2020)
- Ymiskt
- Stabbamynd fyri mánaðarligan umsetning av vørubólkum inni á stamkortinum fyri vørbólkar
- Frá vørulistanum kanst tú útskriva lista yvir ókurantar vørur
- Goymir upplýsingar um seinast valdu virðir í Úrrit/Saldolist, Kontoavrit v.m. pr. brúkara
- Úrrit/Søluhagtøl kann nú bólka uppá kontoflokk
- Í Úrrit/Søluhagtøl/Søla kann man frá-/tilvelja fakturar/ordrar sum hava knýti til sak
- Úrrit/Sølustabbar kann nú bólka uppá kontoflokk
- Drag & drop til viðheft skjøl beinleiðis frá viðheftum skjali í Outlook
- Avrita fílu til viðheft skjal við Ctrl+C/Ctrl+V
- Skipanin goymir stødd á rútinum har tú leitar eftir vøru, tá tú stovnar/broytir vørulinju á einum seðla
- Sak
- Sak/Skrásetingar vísur nú eisini markaða tímatal og ófakturerað tímatal
- Kostprísurin verður vístur á saksyvirlitinum - er kategoriserað sum trúnaðarteigar
- Í Avrita til sak frá einum seðla, kanst tú frávelja vørulinjur á søluseðlum
- Søluordrar/fakturar
- Brúkaranavnið fyri sølufólkið verður prentað á søluseðlarnar ístaðinfyri bert styttingin
- Sum-linjur á einum seðla, leggur eisini eindina saman á útskriftini, um hon er eintýðug
Útgáva 2.0.1.91 (03-02-2020)
- Broytingar
- Vørubólkarnir vísa % av samlaða umsetninginum fyri kalendaraárið, sum aktuelt tíðarskeið hoyrir til, á yvirlitinum yvir vørubólkar.
- Filtrini Bíðmerki og Ábyrgd eru sorterað á saksyvirlitinum.
- Nú ber aftur til at leita eftir vørum inni á einum ordra.
- Á sakslistanum kanst tú nú flyta allar kolonnur har tú vilt.
- Hópbroyta vørur, frá vøruyvirlitinum, gevur nú møguleika at broyta bruttovinnings% (um tú ert limur í administrator- ella keypbólkinum).
Útgáva 2.0.1.90 (27-01-2020)
- Sak
- Endurles knøtturin í saksyvirlitinum virkaði ikki sum ætlað. Hetta er nú rættað!
Útgáva 2.0.1.88/89 (24-01-2020)
- Sak
- Leita eftir sak við at upplýsa eitt saknr ella uppggávunr gav feil hjá teimum sum IKKI hava stempulskipanina frá Nema. Hetta er nú rættað.
- Vørur
- Nú kanst tú Hópbroyta vørur við at marka vørur og síðani velja virði fyri: Vørubólk, Vøruslag, Eind, Lokatión, MVG-skyldug, Virkin, Skaffivøra og Nettoprís.
- Undir skiljiblaðnum Hagtøl á vørukortinum, vísast hagtøl fyri keyp eisini.
- Undir skiljiblaðnum Hagtøl á vørukortinum, kann man síggja stabbamynd fyri umsetningin av vøruni.
- Vørulistin vísir óvirknar vørur við reyðum liti.
- Valda linja í vørulistanum fær rætt focus eftir at tú t.d. hevur rættað eina vøru.
- Generelt
- Teigar til dagfesting verða betri kannaðir fyri skeivari inntøppan.
- Brúkari sum hoyrir til bólkin Søla hevur nú atgongd til Debitorar. Ctrl+D frá forsíðuni vísir debitorar.
- Í Amboð/hópflytingar, kann man ikki longur velja eitt læst tíðarskeið. Krav er eisini sett til at bókingardagur og valda tíðarskeið mugu hoyra til sama roknskaparár.
- Seðlar
- Skriftstøddin fyri ordra-/fakturanr á útskrift av ordrum/fakturum er minkað eitt lítið vet fyri at fáa pláss fyri 8 sifraðum ordra-/fakturanummari.
- Valda linja í seðlayvirliti fær rætt focus eftir at tú t.d. hevur rættað ein seðil.
- Valda linja í einum seðla fær rætt focus eftir at tú t.d. hevur rættað eina linju.
- Keypsordri kann nú aftur sendast sum teldupostur inni frá ordranum.
- Seðlayvirlitið vísir Vinnings% fyri søluseðlar. Hetta kann sláast frá við at velja 'Fjal trúnaðarteigar' undir uppseting.
- Avslátturin á skermmyndum, vísist nú við 5 desimalum.
- POS
- Nú ber aftur til, í POS, at rinda avgreiðslu sum kostar kr. 0,-
- Finans
- 'Á saksuppgávu (F6)' frá bókingarrútinum, bókar nú MVG-fríu upphæddina inn á saksuppgávuna, um tann linjan tú stendur á hevur undirskjøl.
- Strika eina bóking úr kladdu, strikar eisini knýti til evt. spjaldur.
Útgáva 2.0.1.86/87 (10-12-2019)
- Kontolisti
- Eyka-felt í kontolistanum kann koma á útskrivaða fakturan sum ískoyti til leveringsadressuna, um tað er ásett á leveringkontuna.
- Fyri eina Fastprís-avtalu kann man velja um inntøppaði prísurin er ein fastur eindarprísur ella um hann skal leggjast afturat kostprísinum á vøruni.
- Søluhagtøl fyri ein debitor kunnu síggjast inni á kontokortinum undir skiljiblaðnum Søluhagtøl
- Seðlar
- Intern viðmerking á einum søluordra kann broytast eftir at hann er faktureraður
- Tá tú ásetur avsláttar% inni á eini ordralinju, goymir skipanin nú 5 desimalar - hóast einans 2 desimalar verða vístir. Hetta gevur møguleika fyri neyvari útrokning.
- Tá tú velur eina vøru úr einum lista, verður teigurin Eind eisini vístur
- Alt+L merkir "Goym og lat aftur" á ordramyndini.
- Positión av høvuðsrúti, Seðlahøvdi- og linjum verður goymt pr. brúkara
- Filtrið 'Dagfesting' í ordralistanum verður ikki yvirstýrt av nakrari uppseting
- Undir uppseting av brúkara, ber til at seta at viðkomandi ikki hevur loyvi at broyta/strika søluordrar hjá øðrum 'Seljari'
- Undir uppseting av brúkara, ber til at seta at viðkomandi ikki hevur loyvi at broyta/strika keypsordrar hjá øðrum. ('Umbiðið av')
- Finans
- Útskriva Journal, velur nú rætt papírformat - A4
- Tað er ikki gjørligt at velja F6 (Á saksuppgávu) í Bókingar (finans), uttan spjaldur er sett upp til endamálið
- Úrrit/Saldolisti kann velja eina frá- konto hóast hon er óvirkin. Verður gjørt við at tasta kontonummarið inn og velja píl niður.
- 'FI-kreditornr' og 'Debitor kontonr hjá veitara' kann skrásetast á ein kreditor
- SDC-format, sum default til Hópflyting, viðførir m.a. at FI-kreditornr á kontu gerst virkið. Verður sett upp undir Uppseting.
- Bankaskuffa spyr um FI- teigarnar, um kreditorkontonr er upplýst á kreditorinum
- Útlesing til heimabanka brúkar SDC-formatið um SDC-format er ásett fyri Hópflyting
- Hópflytingar skrásetur FI-upplýsingar á bókingina, fyri kontur sum hava FI-KreditorNr og Debitornr hjá veitara útfylt
- Kontolisti: Samlikontur kunnu nú vísast, sjálvt um tú ikki velur at vísa Yvirskirft- og sum kontur
- Úrrit/Saldolisti kann einans velja Samlikontur um hesar eru stovnaðar í kontolistanum
- Tooltip á Kontolisti/Samlikontur sigur frá um samlikontur IKKI eru stovnaðar
- Tá tú bókar í finans, kanst tú trýsta * á numeriska tastaturinum um tú stendur á Skjal - tá vil skipanin brúka seinasta skjalanr í verandi skuffu + 1.
- Sak
- Saksyvirlitsmyndin arbeiðir skjótari
- Nú ber til at knýta skrásetingar í eini sak til ein eksisterandi ordra
- Fjal ávegis faktureraðar skrásetingar í Sak/Skrásetingar-rútinum
- Áset undir uppseting, um 'Fjal ávegis...' skal vera standard ella ikki
- Sumlinjur, sum verða gjørdar í ávegisfakturering av sak, kunna setast sum "Sumlinja við linjum" ella "Sumlinja" pr. linjuslag t.e. tilfeingi/vørur. Hetta er møguligt at stýra við saksprofilinum
- Initialir hjá tí sum umbiður/tekur vøruna av goymsluni í smb. við Snartøppan, kann nú skrásetast
- Ymiskt
- Viðheft skjøl hevur nú Alt+L fyri Ógreinaði skjøl og Alt+w fyri Preview sum snarleið umframt < og >
- Vís sakslistan í Excel (Ctrl+E)
- Vís vørulistan í Excel (Ctrl+E)
- Vís kontolistan í Excek (Ctrl+E)
- Nú kanst tú áseta Gjaldsfreist á keypsordran
- Nú kanst tú áseta FI-gjaldstrong á ein keypsordra
- Nú ber til at gera ein uppteljingarlista av vørum, sum ikki eru á nakrari uppteljing ella regulering í inniverandi ári
- Nú ber til at stýra hvørjir kundar hava loyvi at skriva/keypa uppá borg - at brúka í POS. Hetta verður stýrt við at áseta kontoflokk í Uppseting/Pos
Útgáva 2.0.1.85 (26-09-2019)
- SAK
- Teigurin Frágreiðing er sjónligur í uppgávurútinum
- Á snartøppingarrútinum sæst søluprísur u/mvg, kostprísur og nettoprísur
- Møguleiki at broyta t.d. vørunavn- og prís, um vøran er ein skaffivøra í snartøppingarrútinum
- Seðlar
- Standard fakturastøða, tá fakturerað verður, kann ásetast undir uppseting
- Ordradagur verður settur til dd tá tilboð verður gjørt til ordra
- Tilboðsnummar verður víst á ordrayvirlitinum
- Kontoavrit
- Undir uppseting, ber til at yvristýra um Til-dato á kontoavritinum skal vera dags dato ístaðinfyri ultimo kalendaraárið
Útgáva 2.0.1.83/84 (11-09-2019)
- Fakturar:
- Møguligt at vísa seðlastøðu fyri fakturar
- Úrrit/søluhagtøl tekur atlit til fakturastøðu
- Kontoavrit
- Skipanin setur seinasta dag í roknskaparárinum í Til-dato
- Seðlar:
- Tað bar ikki til at strika ein seðil, um hann var sendur við telduposti - hetta er nú rættað
- Shift+F4 opnar kontukortið, tá tú stendur á einum seðlayvirliti
- Snarvegir í seðlahøvdið (Viðheft skjal, útles til sak og fakturera) við at brúka Alt+ ein bókstav
- Teigurin Kreditorfakturadato, á einum innkeypi, er meira inteligentur
- Ordra/tilboðsyvirlitið vísir ovast á breddanum hvussu nógv er í ordra/tilboð út frá valdu kriterium
- Endurtøkuordrar:
- Tað ber nú til at printa ein endurtøkuordra út
- Prísurin á vørum á einum endurtøkuordra, kann verða dagførdur við nýggjasta prísi á vøruni - sjá uppseting
- OIOXML:
- Avsláttur á fakturanum verður vístur í OIOXML-skjalinum
- Gjaldstreytir:
- Vegleiðing til uppsetan av gjaldstreyt er á skermmyndini
- Um einki stendur í virði, verður gjaldsdagur blankur
- POS:
- Á prísur kann verða vístur á bongini
- Avsláttur verður ikki givin á vøru, um prísurin er nettoprísur
- Fráboðan kemur á skermin, um tú avsluttar kassan fram í tíð
- SAK:
- Vís um óváttaðir tímar, sum hoyra til sakina, enn eru í klokkuskipanini (Uppseting)
- Fyribyrg at fleiri brúkarar samstundis kunnu gera broytingar í sakini
- Finans:
- Hópbóking (limagjald v.m.)
- Ymiskt
- Broytt layout í Sølustabbum
- Kriterii fyri dagfesting er broytt, tá Fakturar & Ordrar verða valdir, undir Úrrit/Søluhagtøl
- Goym positión á høvuðsrúti, seðlarúti og seðlalinjurúti tá rútarnir verða latnir aftur
Útgáva 2.0.1.81 (02-05-2019)
- Rættingar
- Aldursbýttur saldolisti kann umleypa ávísan kontoflokk
- Kontoavrit (F4) goymir upplýsingar um evt. sendan teldupost (mail loggur)
- "Á saksuppgávu" í bókingarrútinum, vísir hvørja uppgávu(r) skjalið evt. longu er bókað inn á
- Tá tú stovnar ordralinjur, gerst F6-knøtturin virkin tá vørunummarið er tøppað inn
- Teldupostur inni á kontoavritinum (F4), er nú sorterað við nýggjastu teldupostum ovast
Útgáva 2.0.1.80 (15-04-2019)
- Vørur
- ABC-greining - nú verður vørubólkurin eisini vístur
- Fleiri strikukotur kunnu knýtast til eina vøru
- Seðlar
- AutoComplete á teldupost-teigin
- Vinningur í kr. verður víst tá tú tøppar vørur inn á ein søluordra
- Nú kanst tú hava fleiri ordrar opnar á skerminum í senn.
- Seðlayvirlitið kann vísa linjurnar á yvirlitinum
- Umbiðið- teigurin kann velja úr kontaktpersónslista sum er knýtt at kontuni.
- Tá seðlar verða sendir við telduposti, sæst nú um viðheft skjøl er knýtt at seðlanum sum verður sendur.
- Ásetingin á einum ordrahøvdi, um ordrin er MVG- fríur ella ikki, viðførir at allar linjurnar verða roknaðar av nýggjum.
- Til ber at knýta ein søluordra/sølufaktura til eina sak inni frá ordranum/fakturanum. Hetta er væl egnað at brúka um tú hevur gjørt eina umbøn sum skal knýtast at eini sak.
- Ordrastøða á einum ordra kann setast til at "læsa" ordran, fyri at fyribyrgja at man av óvart ger broytingar inni á ordranum. Hetta verður stýrt undir uppseting av seðlum. Hetta viðførir eisini at teigarnir "Leveringsdagur" og "Umbiðið" skulu útfyllast og kostprísur fyri skaffivørur verður markaður reyður, fyri at vísa at kosprísurin eigur at ásetast.
- Teigurin "Leveringsdagur" á einum keypsordra er nú meira inteligentur í smb. við inntøppan.
- Seðlayvirlitið vísir saknr - um tað er aktuelt
- Tá tú útskrivar ordraváttan/faktura kanst tú áseta at ein forsíða skal skrivast út eisini. Hetta er bert møguligt um ordrin/fakturin hevur sín uppuna í eini sak. Forsíðan er ein samanteljing av tíma- og tilfarsnýtslu pr. uppgávu á sakini.
- Finans
- Bóka eitt skjal frá finans sum eina vørubóking inn á eina saksuppgávu. Hetta er møguligt inni frá bókingarrútinum. Undir uppseting kann ásetast hvør "skaffivøra" skal bókast inn á uppgávuna. Spjaldur verður sett á bókingina um tað er sett upp undir Uppseting.
- Tú kanst opna/vísa fakturan sum liggur sum grund fyri eini bóking í høvuðsjournalini inni frá høvuðsjournalini.
- Frá bókingarrútinum kanst tú fara beinleiðis til kontokortið á bæði debit- og kreditkontuni.
- Kontolisti
- Frá kontolistanum ber til at vísa allar seðlar hjá valdu kontu. T.e.: Tilboð, Søluordrar, Sølufakturar, Keypsordrar, Keypsfakturar og sakir.
- Tú kanst, beinleiðis frá kontolistanum, gera ein søluordra/keypsordra frá valdu kontu.
- Kontolistin minnist seinast valda status í filtrinum
- Kontaktpersónar kunnu knýtast til kontu.
- Kontoavrit
- Við at høgraklikkja á eina linju í kontoavritinum (á skerm), kanst tú fara til aftanfyriliggjandi faktura, um bókingin hevur grundarlag í einum faktura.
- Úrrit/Kontoavrit minnist val av tíðarskeiði
- Sak
- Saksyvirlitið og saksmyndin tekur hædd fyri um tað er ásett í saksprofilinum, at talan er um internt arbeiði. Er sakin eitt internt arbeiði, verða kostprísir vístir - annars søluprísir.
- Budgettering á Sak. Hetta kann aktiverast undir uppseting av sak.
- Budgettering á sakuppgávur. Hetta kann aktiverast undir uppseting av sak.
- Tú kanst hava fleiri saksrútar opnar í senn.
- Tú kanst vísa og fara til atknýttar ordrar/fakturar inni frá saksmyndini.
- Sakstøða kann verða víst á saksyvirlitinum - og verða nýtt at filtrera eftir.
- Sakstøðurnar "Bíðar" og "Klárt at fakturera" kunnu setast til at gera uppgávurnar óvirknar.
- Tá tú tú markar tímar og tilfar til ávegis fakturering, sært tú totalar fyri hvussu nógv er markað, bæði fyri tímar og tilfar.
- Snartøppan gevur møguleika fyri at skráseta vørur uppá uppgávur uppá tvørs av sakum.
- Generelt
- Undir uppseting ber til at áseta at saldo ikki skal vísast í rútinum sum kemur fram tá leitað verður eftir kontum. Brúkarar í bólkunum Administrator og Bókhald síggja tó altið teigin Saldo.
- Undir uppseting av brúkarum, ber til at áseta at viðkomandi IKKI hevur loyvi at fakturera søluordrar.
- Tú kanst útlesa ein lista yvir allar brúkarar til fílu.
- Úrrit Sølustabbar
- Nú ber til at áseta top (x) fyri vørur og kundar. Eisini verða hagtøl víst fyri tal av seðlum, sakum, óbrúktar vørum v.m.. Flestu stabbamyndirnar taka støði í sølufakturum.
Útgáva 2.0.1.75 (30-01-2019)
- Viðheft skjøl
- Rætting í smb. við at, um bert eitt viðheft skjal var knýtt at, og tað ikki var .pdf - so gav tað ein feil
- Goymsluuppteljing
- Nýggj útskrift: Vørukladda bólka uppá vørubólk
- Úrrit
- Úrrit/Goymsla kann nú bólka uppá vørubólk og evt. vísa linjur
- Vørulisti
- Skermmyndin Vørulisti vísir eisini strikukotu
- Generelt
- Kravd dagføring í smb. við certifikat áðrenn næsta størri slepping kann fara út.
Útgáva 2.0.1.74 (03-12-2018)
- POS
- Fráboðan kemur fram á skermin um tú velur at flyta allan peningin til bankan tá tú bókar eina kassauppgerð
- Bókingar
- Betri validering fyri um tíðarskeið er læst tá tú skal skráseta bókingar í eina skuffu
- Fráboðan um at einans viðheft skjøl av slagnum Intern er møgulig, tá viðheftið kemur frá Ógreinaði skjøl
- Úrrit
- Úrrit goymsla, kann nú útskrivast/csv við søluprís v/mvg í staðin fyri søluprís u/mvg
- Uppteljing
- Til ber at velja at fylla eina uppteljing pr. dagfesting við einans Óvirknum vørum
Útgáva 2.0.1.72 (21-11-2018)
- POS
- Uppseting av vælkomst- teksti til kundadisplay
- Bókingar
- Til ber at knýta viðheft skjøl frá rútinum Ógreinaði skjøl, meðan tú bókar
- Viðheft skjøl
- Ekstern skjøl eru eisini loyvd á tilboð, og tey verða send saman við tilboðnum, um tað verður sent við telduposti
- Tá tú avritar eitt tilboð til ein ordra, verða evt. viðheft skjøl eisini avritaði til ordran
- Sak
- Nýggj útskrift. Prenta sak uppgavu yvirlit við skiftisavlop.
- Inntøppan av vøru, sum krevur Dim í eini sakslinju roknaði ikki linjuprísin út. Hetta er nú rættað
- Seðlar
- Tað ber til at marka fleiri sølufakturar og senda teir til eina ávísa teldupostadressu
- Í smb. við OIOXML, verða bústaður og email tikin frá fakturan um tað er útfylt, annars frá kundanum.
- Vís finansbókingarnar frá sølu-/keypsfaktura rútinum
- Úrrit
- Søluhagtøl. Navn á vørubólki, vørunr nr og navn kom ikki við um vøra var óvirkin.
- Uppteljing
- Nú ber til at stýra um 'Avrita goymsluregulering' eisini skal bóka reguleringina og strika uppeljingina
Útgáva 2.0.1.70 (23-10-2018)
- Fylgiseðil
- Rætting í útskrift av fylgiseðli í smb. við eina samanteljing sum ikki átti at vera har.
Útgáva 2.0.1.69 (22-10-2018)
- Viðheft skjøl
- Optimeringar
- Seðlar
- Útskrift av Ordraváttan / Faktura við fleiri síðum, skrivaði einans kontuupplýsingar út á fyrstu síðu. Hetta er rættað, so tað kemur á allar síður.
- POS
- Nú ber til at senda kvittan við telduposti
- Goymsluregulering
- Nú verður stýrt neyvari pr. ávísa dagfesting, tá avritað verður frá eini uppteljing
Útgáva 2.0.1.68 (16-10-2018)
- Viðheft skjøl
- Undir Uppseting/Uppseting/Ymiskt/Generelt kann ásetast um viðheftu skjølini til søluordrar/fakturar eru Intern ella Ekstern skjøl sum standard.
- Nú kanst tú hála fleiri fílur í senn tá tú viðheftir skjøl við drag & drop.
- Nú kanst tú viðhefta skjøl til tollsendingar.
- Nú kanst tú viðhefta skjøl til keypsnotur sum hoyra til eina sending meðan tú skrásetur tollsendingarnar.
- Bókingarrúturin vísti ikki altíð viðheftu skjølini rætt - hetta er nú broytt.
- Budget
- Stovna knøtturin bleiv ikki altíð aktiveraður tá hann skuldi - hetta er nú rættað
- Um tú leitaði uppá báðar dimensiónir og einki er budgetterað uppá hesa kombinatión, so bleiv listin ikki dagførdur - hetta er nú rættað
- POS
- Rúturin til kassauppteljing var ov stórur til kundar sum høvdu smáar skermar. Hetta er nú tillagað nakað.
- Til bar ikki at skriva kassauppgerðina út uttan peningastovnar undir Uppseting/Uppseting/Peningastovnar var útfylt. Hetta er nú rættað.
- Knøtturin strika, spyr nú um allar linjur í avgreiðsluni skulu strikast.
- Amboð/Netbanki
- Bókar við mvg um konto hevur mvg typu knýtta at sær
- Bókar við dimensión um konta hevur dimensión knýtta at sær
- Botntekstur til kontoavrit (nú pr. felag)
- Undir Uppseting/Uppseting/Ymiskt ber til at tilskila botntekst sum skal koma á øll kontoavrit - óansæð hvaðani tú skrivar tey út.
Útgáva 2.0.1.67 (30-08-2018)
- Broytingar
- Filtur í viðheft skjøl
Útgáva 2.0.1.66 (24-08-2018)
- Broytingar
- Úrrit/Søluhagtøl var ikki valgbart
Útgáva 2.0.1.65 (23-08-2018)
- POS
- Integratión við kundadisplay er nú møgulig
- Dagligt
- Frá høvuðsvalmyndini ber til at vísa einans Debitorar ella einans Kreditorar
- Ógreinaði skjøl
- Undir Uppseting ber til at áseta hvar arkivmappurnar eru fyri viðheft skjøl.
- Keypsfakturar
- Um tú IKKI velur sjálv(ur) at áseta 'Vel fakturadagfesting', tá tú fakturerar ein keypsordra, verður fakturadagfesting tikin frá teiginum 'Veitarans fakturadagur' um tað er útfylt annars frá 'Ordradato'
- Tá tú fakturerar ein keypsordra er flugubein ikki í Prenta
- Undir uppseting ber til at áseta keypsprísmodel sum stýrir hvussu keypsprísurin kann ávirkast av keypsordranum
- Sakir
- Á saksprofilinum ber til at áseta at miðalkostprísurin skal setast inn á ordran, tá sakin veðrur Ávegis-/fakturerað
- Gjaldsfreist
- Bókingarrúturin vísir tveir nýggjar teigar: Skjalaslag og Gjaldsfreist.
- Í 'Úrrit Journal' kann teigurin 'Gjaldsfreist' veljast
- Kontoavrit á skerm (F4) vísir teigin Gjaldsfreist um skjalið er ein keyps- ella sølufakturi
- Brúkarar
- Undir 'Uppseting av brúkara' er møguligt at nokta honum loyvi at broyta vøruprísir inni á vørukortinum.
- OIOXML
- Inniheldur nú eisini tekst og extviðmerking frá fakturanum.
Útgáva 2.0.1.64 (12-03-2018)
- Víðkaðir hentleikar í skipanini
- Nú kanst tú eisini fáa víst viðheft knýti frá kontoavritsrútinum
- Ógreinaði skjøl kunnu knýtast í bókingar
- Tú kanst brúka drag & drop frá Ógreinaði skjøl fyri at knýta til ordrar, sakir, bókingar v.m.
- Avsendari fyri talgildar rokningar verður nú stýrt av v-talinum upplýst undir Uppseting/Uppseting
- Útlesing frá keypsseðli til sak gevur møguleika fyri at yvirskriva eindarprísin tá útlisið verður
Útgáva 2.0.1.63 (07-03-2018)
- Rætting í smb. við feil í seinastu slepping
- Broyting í bókingarrútinum í smb. við at ikki bar til at yvirskriva MVG-upphæddina.
Útgáva 2.0.1.62 (06-03-2018)
- Seðlar
- Status/støðufiltrini í seðlayvirlitinum verða víst við tilsvarandi liti.
- Søluseðlar kunnu hava avsláttur og tað ávirkar eindarprísin inni á uppgávuni tá tú útlesur ein søluseðil til sak.
- Tá fakturerað verður, verður upplýsandi tekstur um OIOXML vístur, um tú hevur loyvi at senda talgildar fakturar.
- Váttað % verður víst á søluordrayvirlitinum, og sigur hvussu nógv % av Sum linjunum á ordrunum eru váttaðar. Hetta kann sláast til/frá undir Uppseting/Uppseting/Ymiskt/Seðlar
- Tá tú velur at dagføra keypsprís og/ella søluprís við keypsfakturering, verða skaffivørur ikki dagførdar.
- Keypsordraváttan/Keypsfakturar vísa nú á útskriftini Veiterans fakturanummar- og fakturadato.
- Útlesing av keypsordra til sak-uppgávu, gevur sama søluprís sum tá tú stendur á uppgávuni og lesur inn frá keypsordra.
- Sakir
- Inni á eini Sakuppgávu kanst tú vísa til eitt tilboð. Tá skipanin fer eftir vøruprísinum, verður einans hugt eftir tilboðnum sum er knýtt at uppgávuni (um hetta er ásett). T.v.s. tað verður ikki bæði hugt í uppgávutilboðið og í sakstilboðið.
- Tá tú broytir vørulinju á sakuppgávu, stillar vísin seg á teigin Nøgd.
- Við inntøppan av vøru, sum er í aktuellum tilboði, kemur kostprísurin frá tilboðnum um hann er <> 0, annars kemur hann frá vøruni.
- Ekstern lýsing av eini sakuppgávu - sjá tooltip til Uppseting/Uppseting/Ymiskt/Sak/Avrita uppgávulýsing
- Netbanki
- Áseta konto út frá goldið frá/til
- Áseta konto, velur fyrsta í listanum um nakað verður funnið
- Nú ber til at áseta at skjalanumarið skal vaksa við 1 fyri hvørja bóking sum verður gjørd
- Viðheft
- Viðheft skjøl í bókingarrútinum tekur hædd fyri inniverandi roknskaparári.
- Ógreinaði skjøl - viðheft eitt skjal sum ógreinað fyri at kunna knýta tað til ein seðil beinanvegin ella seinri. Eisini er møguligt at vísa eitt preview av skjalinum.
- Viðheft skjøl er víðkað til at kunna vísa skjalið og eisini at kunna knýta eitt ógreinað skjal til.
- Viðheft knýti í bókingarrútinum vísir viðheft skjøl í aftanfyriliggjandi faktura.
- Generelt
- Ok og Angra, sum mangastaðni verður brúkt, kann nú aktiverast vð Alt+O og Alt+A.
- Ikon niðast í høgru síðu, vísir um tú hevur valt at vísa trúnaðarteigar.
- Tú kanst marka fleiri kontur í senn í uppsetingini av Web-brúkarum.
- ABC-greining av vørum eftir umsetningi og tøkutíttleika (plukfrekvens)
Broytingar (ChangeLog)
Útgáva 2.0.1.60 (20-12-2017)
- POS
- Broyting í smb. við at kassauppgerð ikki roknaði rætt um einans inngjøld/útgjøld vóru framd og eingin søla.
- Viðheft skjøl
- Broyting í smb. við at goyma viðhefta fílu í arkivmappu útfrá dagfesting á skjalinum í bókingarrútinum.
Útgáva 2.0.1.59 (20-12-2017)
- Seðlalinjur
- Ctrl-X / Ctrl-V virkaðu ikki altíð sum ætlað undir ávisum umstøðum, Hetta er nú rættað.
Útgáva 2.0.1.57 (15-12-2017)
- Skuffur
- Um tú broytti tíðarskeið á skuffu, vildi "Innles tekstfílu" ikki taka hædd fyri broytingini. Hetta er nú rættað.
- Kassauppgerð
- Optimering.
- Sorterað verður uppá teigin Opnað.
- Ein progressbar kemur fram, meðan roknað verður.
- Tá tú broytir Lukka dato, roknar skipanin av nýggjum.
- Sak
- F5 knøttur til endurles
- Fakturera knøtturin verður altíð vístur, men kann ikki altíð veljast.
- Til ber at stovna ein tóman ordra, Umbønsordra, frá sakini.
- Totalar á sakini, taka eisini umbønsordrar við.
- Nú ber til at viðhefta skjøl til eina sakuppgávu.
- Gjørt rættingar í smb. við at útlesa frá seðlum til sak.
- Stempultekstur kann umvegis saksprofil verða automatiskt útfyltur eftir egnum ynski.
- Vørukortið
- Vørukortið vísir nú seinasta keypsprís pr. veitara.
- Vørur leitirútur
- Vísin stillar seg altíð í fyrstu linju í rútinum.
- Viðheft og Drag & drop er virkið á:
- Seðlalistunum
- Saklistanum
- Inni á saksrútinum fyri at viðhefta á uppgávu
- Seðlar
- Undir uppseting, ber til at áseta hvussu langt aftur í tíð, filtrið Dagfesting, á seðlalistanum, skal vísa.
- Totalur u/mvg verður nú eisini vístur á ordrahøvdinum.
- Tá tú inntøppar linjur í ein seðil, verður galdandi keypsprísur frá vørukortinum eisini vístur.
- Roknskaparskipanin
- Trupulleikar við scroll í ávísum teigum er loystur.
- Alt eftir hvat slag ein linja er, verður hon víst við øðrum skriftsniði.
Útgáva 2.0.1.56 (30-10-2017)
- Seðlar og Sak
- Til ber at flyta linjur. Markera (fleiri) linjur trýst Ctrl-C(avrita) ella Ctrl-X(flyta); stilla vísan har linjur skulu setast inn og trýst Ctrl-V.
- Inni á ordranum/sakuppgávuni ber til at leita eftir vørum sum hoyra til ordran/uppgávuna
- Útlesing frá einum søluseðli (tilboð, søluordri) til sak, avritar eisini kostprísin, um hann er ymiskt frá 0.
- Seðlar
- Teigurin vinningur á ordrahøvdinum, verður nú eisini roknaður sum ein trúnaðarteigur og kann fjalst undir Uppseting/Uppseting/Ymiskt/Generelt Fjal trúnaðarteigar
- Veitarans fakturanummar sæst- og kann leitast eftir, um talan er um keypsordra/faktura- yvirlitið.
- Keypsordri, tá farið verður úr teiginum keyparansfakturanr, verður teksturin avritaður til teigin tekst.
- Kostprísurin verður vístur á søluordrahøvdinum um trúnaðarteigar verða vístir.
- Seðlalinjur vísa nú eisini Dagfesting fyri ordralinjuna
- Søluordralinjur vísa kostprísin, um trúnaðarteigar verða vístir
- Uppseting Seðlastatuslitir ástur lit á Status á einum Tilboði og á Støðu í einum søluordra.
- Avsláttur, sum kann setast frá ordrahøvdinum, loypur Nettoprís- vørur um.
- Tá tú stovnar/broytir ordralinjur verður víst við einum frámerki, um ein vøra hevur flugubein í Nettoprísur.
- Sak
- Nýtt filtur, faktureraðar sakir, á saksyvirlitinum.
- Tá sak verður stovnað, verður uppgávan IKKI virkin fyrr enn sakin verður sett í gongd.
- Úrrit
- Søluhagtøl, um bert søla og kontantsøla er valt, kann veljast at vísa vinnings% ístaðin fyri upph v/mvg.
- Skuffur
- Ein skuffa kann gerast óvirkin. Brúkarar missa atgongd til skuffur, sum verða gjørdar óvirknar.
- Kassauppgerð
- Uppteljing kann fyrst prentast tá uppteljing er bókað.
- Annað
- Viðheft skjøl er útbygt fyri intern skjøl.
- Bíleggingaruppskotið kann avmarkast til ikki at taka vørur við har MAX ella MIN = 0
- Listin yvir brúkarar vísir hvørji rættindi brúkarin hevur.
Útgáva 2.0.1.55 (30-06-2017)
- Kontantsøla
- Søluuppgerð víðkað við at kunna vísa total ella miðal, og ávisan vikudag fyri eitt tíðarskeið
- Úrrit
- Úrrit/Kontoavrit kann nú filtrera uppá kontoslag (debitor / kreditor)
- Bókingarrúturin
- Um tú festir spjaldur á eina yvirskriftsbóking, verður spjaldrið eisini fest á undirskjølini
Útgáva 2.0.1.54 (13-06-2017)
- Seðlar
- Til ber at filtrera uppá Bíðmerki á øllum seðlum
- Filtur uppá Sølufólk, er nú virkið í øllum seðlasløgum, sum hava við sølu at gera
- Kreditering av sølufaktura, skrivar nú 'Kreditering av faktura XXXXXX' í tekstin
- Dagfestingin á seðlalinjum kann stýrast frá Uppseting/Uppseting/Ymiskt/Seðlar/Skulu linjur stovnast við dags dato...
- Sakir
- Til ber at filtrera uppá Ábyrgd
- Til ber at filtrera uppá Bíðimerki
- Roknskaparskipanin
- Roknskapuppseting, 'Rokna saldo', gav feil - hetta er nú rættað
- Kontolisti
- Stovna konto, kontoslag-listin hevur frágreiðing um hvat kontoslagið merkir.
- Amboð/viðlíkahalda kontolisti/Innlesa frá fílu, vísir nú upplýsingar um hvussu fílan skal vera uppsett.
- Kontoavrit(F4) kann filtrera uppá spjaldur
- Úrrit
- Journal kann filtrera uppá spjaldur
- Bóking
- Nú kann man áseta høvuðsskuffu inni frá bókingarrútinum.
Útgáva 2.0.1.53 (18-05-2017)
- Seðlar
- Umbiðið, Sølufólk og Bíðimerki kunnu hava AutoComplete lista við inntøppan í søluordrar/endurtøkuordrar.
- AutoComplete er eisini virkið í Sak, fyri teigarnar Kontaktpersónur, Bíðimerki, Okkara ref og Ábyrgd
- Keypsordri, kannar um veitarans fakturanr, frá sama veitara er tøppað inn áður á annan keypsordra.
- Søluordri kann vísa Støðu.
- Filtrera uppá sølufólk, er nýggjur møguleiki í Tilboðsyvirlitinum
- Kontolisti
- Kontoavrit kann nú sortera uppá tvørs av skuffum
- Kontolisti,Rokna saldo, vísur kolonnir valuta og/ella hagtøl ,um valuta og/ella Hagtøl er ásett í uppseting
- Uppseting
- Flugubein undir uppseting, stýrir um dim á seðlalinju skal setast til standard virðir ella tað skal vera blankt
- Flugubein undir uppseting, stýrir um Autocomplete skal vera virkið
- Flugubein undir uppseting, stýrir um loyvt skal vera at strika skrásetingar sum koma frá NEMA TÍÐ
- Flugubein undir uppseting, stýrir um Støða-teigurin skal vera virkin fyri søluordrar
- Annað
- Rekkjyfylgja og breidd á Kolonnum í Seðlar, Vørulist , Vøruleita, Kontoleita og Saksyvirliti verða goymdar pr. brúkara
Útgáva 2.0.1.52 (04-04-2017)
- Vøruskráin
- Rætting í smb. við at skipanin í ávísum føri setti vøruna at vera Mvg-skylduga um tú broytti vørubólkin á vøruni.
- Seðlar
- Eindarprísurin V/MVG verður vístur á ordralinjunum á einum ordra
- Sak
- Við eini stilling undir Uppseting, ber til at fáa víst kostprísin á skrásetingum í sak
- Nú ber til at útlesa linjur frá einum tilboði til eina sak
- Dagfesting fyri vøruskrásetingar verða nú vístar í listanum yvir skrásetingar
- POS
- Tá tú gert ein ordra frá kassa-avgreiðsluni, verður teldupostadressan avritað frá kundanum
- Við eini stilling undir Uppseting, kann stýrast um eindarprísurin frá avgreiðsluni skal førast yvir til søluordran - um tú gert ein søluordra.
- Við eini stilling undir Uppseting, ber til at stýra um kota skal tøppast inn millum hvørja kassa-avgreiðslu
- Við eini stilling undir Uppseting, ber til at stýra um kunda-salda skal fjalast fyri Kontantsølu-brúkara
Útgáva 2.0.1.51 (30-03-2017)
- Rætting í smb. við tillaging í seinastu slepping, sum gjørdi at í ávísum førum bar ikki til at opna viðheft skjøl.
Útgáva 2.0.1.49/50 (29-03-2017)
- Sakir
- Ekstern lýsing á sakini verður avritað til Ekstern viðmerking á ordranum
- Intern lýsing av eini skráseting í sak, verður avritað til tilsvarandi vørulinju í ordranum
- Teigur til lýsing av eini uppgávu í sakini, kann nú avritast til ordran
- Í saksyvirlitinum verður JobId víst – og leitast kann eftir tí eisini
- Við eini stilling ber til at fáa víst kostprís á linjunum í sakskrásetingunum
- Vørur
- Min/Max goymsla á vøru
- Bíleggingaruppskot fyri vørur har goymslan er komin niður á Min
- Nettoprísur j/n. Um ja, má avsláttur setast manuelt inn á ordra / í kassa
- Ordrar
- Ekstern viðmerking, sum verður skrivað út, kann tøppast inn á ein ordra
- Linjur av slagnum “Sum”, kunnu váttast – hetta verður víst við serligum liti.
- Fyri keypsordrar er møguligt at áseta Upprunaland og Nettovekt tá tú tøppar vørulinjuna inn
- Søluordri kann nú arbeiða við einum frámerki kallað Ordrastøða
- Botntekstur á útskriftum kann nú skrásetast fyri føroyskt/útlendskt snið hvør sær.
- Viðheft skjøl, skrásett sum “Eksternt”, verða viðheft í øllum teldupostsamskifti í smb. við ordran.
- Tá tú hevur tøppað eina vøru inn á ein ordra, kanst tú fáa víst vørurørslur fyri júst hendan kundan / veitaran
- Kontolisti
- Til ber at skráseta viðmerking á eina kontu fyri hví hon er sperrað.
- Spjaldur
- Nýggjur hentleiki er Spjaldur, sum kann brúkast at heingja á gjørdar bókingar og lætt og hegnisligt leita framaftur inni í bókingarrútinum.
- Brúkarar
- Nú ber til at sperra brúkarar í skipanini.
- Tolling
- Tollingarskipanin er nú útbygd til at taka hædd fyri upprunalandi og nettovekt upplýst á keypsfakturanum.
Útgáva 2.0.1.48 (16-03-2017)
- Generelt
- Optimering í smb. við leitan eftir vøru tá ordri skal gerast, og tá selt verður við kassaskipanini
- Optimering í smb. við leitan eftir kundum tá ordri skal gerast, og tá selt verður við kassaskipanini
Útgáva 2.0.1.47 (10-03-2017)
- Nýtt snið á ikonum
- Datoformat ásett á skermmyndum og útskriftum
- Docking av skiljubløðunum kann nú brúkast
Útgáva 2.0.1.46 (14-02-2017)
- Sak
- Snarleið F3 merkir Stovna, og F2 Broyta
- Til ber at marka fleiri linjur og flyta tær upp/niður.
- Tá tú velur at strika inni á eini sak, kemur ávaringarrútur fram
- Seðlar
- Til ber at marka fleiri linjur og flyta upp/niður.
- Fylgiseðil vísur eisini tekstlinjur.
- Inni á keypsordra ber til at innlesa linjur við vørum hoyrandi til ávísan vørubólk og/ella hjá valda veitara
- Vørulisti
- Vørulisti vísir nú teigin viðmerking og leitast kann uppá hetta.
- Vørukladda kann fjala ”Nøgd á goymslu”.
- Til ber at gera vørur órvirknar sum onga rørslu hava og/ella ongar rørslur eftir eina ávísa dagfesting
- Roknskap
- Úlesa roknskap til fílu
- Innles roknskap frá fílu, við/uttan kontum
- Annað
- Tá lisið verður frá Netbankanum - um %FRABOK% stendur í teiginum tekst, verður tekstur frá netbanka brúktur sum bókingartekstur.
- Undir Uppseting/Uppseting/Ymiskt ber til at áseta um seðlar skula fylla allan skermin tá teir verða opnaðir
- Snarvegurin at strika við F4, er tikin burtur
Útgáva 2.0.1.45 (10-01-2017)
- Útskriftir:
- Ordraváttan skrivar ordranummarið rætt út.
- Annað
- Um fleiri brúkarar eru inni á sama ordra í senn og ein velur at fakturera hann, sigur skipanin frá um annar brúkari roynir at gera broyting í sama ordra.
Útgáva 2.0.1.44 (09-01-2017)
- Útskriftir:
- Tilboðsnummar og ordradagur verður víst á ordraváttanini
- Søluuppgerð kann nú útskrivast.
- Goymsluuppteljingarlisti vísir goymslunøgd.
- Sak:
- Bíðimerki verður nú víst á saksyvirlitinum.
- Tá tú velur "Avgreið sak", verður spurt um tú veruliga ætlar at skifta status áðrenn tað verður gjørt.
- Um knýti IKKI er til NEMA TÍÐ, kann tímaskráseting vísast í sakuppgávu rútinum
- Sakuppgáva, tímar og vørur:
- Rætting í smb. við at flyta vørulinjur upp/niður
- Skipanin velur sjálv aktuellu uppgávu, tá tú stovnar nýggjar linju.
- Seðlar:
- Støddin á ordramyndini er broytt.
- Tað sást ikki um tú strikaði ovastu linju á einum seðla. Hetta er nú rættað.
- Innlesa frá ørðrum seðli, kann marka/ómarka allar
- Ordri - um Kundi hevur aktuelt tilboð og einki tilboð er valt á ordranum, ger skipanin vart við hetta.
- Tá leitað verður í ordrayvirlitinum, verður eisini leitað uppá tilboðsnummar.
- Ordrayvirlitið verður endurlisið um ordrin er blivin faktureraður
- POS:
- Ignorera at kundin er sperraður tá talan er um eitt INNGJALD.
- Útskriva Bon og kvittan frá Kontantsøla skermmyndini
- Frámerki á eini kassaavgreiðslu verður goymd saman við avgreiðsluni og verður skrivað út á bon’ina.
- Uppteljing/regulering:
- Innlesa ávisan vørubólk í eina uppteljing pr. ávist dato.
- Kunna avmarka fylling í eina upptejing til einans at taka vørur við sum hava negativa goymslu pr. ávíst dato.
- Inntøppan av vørum í eini uppteljing umloypir inntøppan í vørunavn.
- Kontolisti:
- Útlesa kontolista til csv tekur eykafeltir við.
- Vísin stillar seg á nýstovnaðu linjuna tá tú stovnar eina viðmerking í Kontoavrit á skerm.
- Bókingar:
- Undir innlesing av tekstbókingum, gjaldskipan, verður tikið hædd fyri fi-korti.
- Tá tú innlesur tekstbókingar kemur eingin ávaring longur um mvg upph=0 hóast kontan hevur eina mvgkontu ásetta.
- Annað:
- Listar/Vørubólkar vísir navn2 í yvirlitinum.
- Rætting í smb við rykkjara og útskriva uttan teldupost.
Útgáva 2.0.1.41 (28-11-2016)
- Broytingar:
- Nýggjar ikonir og navnabroyting.
- Broytt leinkju til hjálp og support
- Rætting í smb við at útskriva rykkjara uttan at senda teldupost.
- Fakturagóðkenning, default dim2
- Bókingar, flyta til aðra skuffu.
- Bókingar, tekstboks til kontonavn er nú stoypt til fasta vídd.
- Seðlalinjur, dupultklikk á scrollbar broytir nú ikki seðlalinju.
- POS, inngjald á sperraða konto letur seg gera.
- Innlesa tekstbókingar, gjaldskipan, taka hædd fyri fi-kort.
- Tímaskráseting møgulig í uppgávurútinum um tú IKKI hevur NEMA TÍÐ
- Vøru-skermmyndin vaksin vegna serliga skermupploysing
- Útskriva Bon og kvittan frá Kontantsøla
Útgáva 2.0.1.36 (14-11-2016)
- Broytingar:
- Seðlar
- Seðlahøvdið kann minkast/vaksast
- Ordrarúturin kann vaksast
- Sum-linja vísir leypandi upphædd
- Optimering av saksyvirlitsmyndini.
- Eitt tilboð kann fáa tillutað ávíst status.
- Ordri kann vísa til eitt tilboð og prísir takast harfrá
- Rekkjufylgjan av innsettum seðlalinjum rættað
- Strika fleiri seðlalinjur í senn
- Bókhald
- Goym fleiri kontoavritsstillingar pr. brúkara
- Bókingarlisti - um skuffa er bankaskuffa verður bankakonta víst
- Rætting/optimering í smb. við útlesing til gjaldskipan.
- Rætta/optimera innlesing av tekstbókingum.
- Seðlar
- Nýtt:
- Seðlar
- Í “Útles til sak”, kann man áseta eindarprís pr. linju
- Seðlar
- POS
- Uppseting av Knøttasýni í POS.
- Frámerki á avgreiðslu í POS
Úgáva 2.0.1.32 (18-10-2016)
- Rættingar
- Teknmyndin fyri viðheft skjal var ikki altíð sjónlig í bókingarrútinum – hetta er rættað
- “Á goymslu” í vørulistanum, vísir nú goymsluna við fleiri desimalum
- Optimera í avsláttarstýringini fyri einkulta vøru.
- Innlesing av tekstbókingum við fastari longd (t.d. avreiðingar) er rættað
Úgáva 2.0.1.28 (06-10-2016)
- Sakir:
- Sakuppgávur í serstakan rút.
- Summeringar pr. uppgávu.
- Broytt í saksútskrift.
- Seðlar:
- “Far til” knøttar til vørur og kunda/veitara.
- Bókingar:
- Fyri at broyta eina bóking: Control + Enter,
- Fyri at Aktivera bóking: Control + S.
- Tekstbóking:
- Í uppseting av tekstbókingum, er frágreiðing av snið á fílu sum skal innlesast.
- Mvg kann nú innlesast við tekstbókingum.
- Rættingar:
- Innlesa heimabanki kann nú gerast sjálvt um fílan er opin.
- Leiting uppá dimensiónir broytt á seðlalinjum og rørslulista.
- Rørslulisti optimeraður.
- Rætting í smb. við at seta linjur inn á ein seðil.
Úgáva 2.0.1.26 (20-09-2016)
- Nýggjar útskriftir:
- Sak-uppgávur yvirlit
- Útskriva eftirlitsskjal fyri keypsordra í smb. við vørumóttøku
- Ordrar:
- Søluordrayvirlitið kann filtrera uppá fakturar við bræv/email.
- Leveringsdato á søluordrar verður nú sett til dags dato í tí ein ordri verður stovnaður
- Rokna- og inntøppa vinnings% á søluordralinjunum
- Ordralinjur kann vísa rørslur á valdu vøru fyri valda kunda við at trýsta F6.
- Kontolisti:
- Tá tú velur Kontoavrit F4 verður “frá dagfesting” stilla til tað sama sum aktuelt tíðarskeið.
- Rørslur á vørum, sæst nú á serstøkum skiljiblaði inni á kundanum
- Vørur:
- Rørslur á vørum kann nú filtrera uppá seðlaslag.
- Bókingar:
- Stovna bóking í bankaskuffu, fyrislær kreditkonto til at vera kreditkonto ásetta í skuffuni
- Sakir:
- Skrásetingar kann vísast fyri einans valdu sakuppgávu.
Útgáva 2.0.1.12 (23-08-2016)
- Viðheft skjøl:
- Viðheft skjøl kunnu setast at vera "Intern/Ekstern skjøl". Um ein ordri/fakturi verður sendur sum teldupostur, so verða skjøl sum eru ásett at vera ekstern, viðheft í teldupostinum.
- Sak:
- Totalar á saksuppgávurnar í saksmyndini.
- Seðlar:
- Innles frá øðrum seðlasløgum v.m.
- Keypsordri kann útlesast til sak.
- Keypsfakturi kann útlesast til sak.
- Søluordri kann útlesast til sak
- Man kann velja at dagfør keyp/søluprís útfrá innkeypi
- Vørur:
- Vøra fingið teig til interna viðmerking/lýsing av vøruni.
- Vørukortið kann nú upplýsa um ymisk vørunummur pr. veitara
- Ávegis tollupplýsingar á vøruni:
- FraktPct, Punktgjald, gatt v.m.
- Tollskrá- og lond innlisin
- Bóking
- Í tekstfeltinum,tá Ctrl+k ella +d verður trýst, verður navn á debit ella kreditkonto sett í tekstfeltið
- Útskriftir:
- Rætting útskrift budgetsaldolisti í samanteljing kolonna saldoindex.
- Útskrift av keypsordra kann útskriva veitarans vørunummar
Útgáva 2.0.1.4 (06-06-2016)
- Nýtt modul
- Avsláttarstýring er virkin um rættindi er keypt til tað
- Fakturagóðkenning er virkin um tú hevur keypt rættindi at samankoyra við Infoflow
- Ordrar/Fakturar
- Víðka søluordrar við Nøgd x Longd x Breidd - er virkið um rættindi eru keypt til tað
- Intern viðmerking kann knýtast at ordralinjum
- Undir fakturering ber til at áseta um fakturadagur er tann sami sum ordradagurin
- Sak
- Viðheft skjal til eina sak
- Vørur
- Um strikukota ikki lýku krøv til EAN13, verður strikukotan skrivað út sum EAN128
- Bókingarrúturin
- Ctrl-K og Ctrl-D í bókingarrútinum innsetur kreditor/debitornavnið í tekst-teigin
- Ctrl-F5 endurlesur listan í bókingarrútinum
- Útskriftir
- Goymslulisti kann útskrivast við fleiri kriterium t.d. dagfesting, bert virknar vørur v.m.
- Rørslulistin inni á vøruni vísir økonomiska dagfesting eisini
Útgáva 2.0.1.0 (03-03-16)
- Nýtt modul: SAK
- Seðlar:
- Endurtøkuordrar
- Hópavrita ordra til kundar hoyrandi til kontoflokkar.
- Ordralinjur av slagnum sumlinju sum vísur linjurnar.
- Áset avsláttar% á allar ella valdar linjur
- Valuta á Keyp og sølu.
- Stýra á linjuniveau í ordrum um MVG skal roknast ella ikki
- Til ber at seta interna viðmerking á seðilin
- Við eini stiling ber til at lata skipanina sig frá um vøra ikki er á goymslu tá tú velur eina vøru
- Teldupost:
- Tá teldupostar verða sendir, kemur rútur fram har til ber at áseta aðra avsendara-adressu, skriva í evnislinjuna og áseta tekst sum skal við í teldupostin umframt at tú kanst viðhefta fílur eisini.
- Bóking:
- Fyri kontur sum krevja dimensión, verður navn á valdu dimensión eisini víst
- Útskriftir:
- Roknskaparskipanin kann nú hava 4 kolonnir á einari síðu.
- Ordrayvirlit-útskrift er broytt
- Útskriftin av ordrum/fakturum vísir frámerki á mvg-skyldugum vørum har mvg ikki er roknað
- Útskrift kontoavrit broytt í smb. við skiljitekn í bókingarteksti
- Rættingar:
- Rætta kontolista tá víst verður samlikonto
- Rættað í Kassauppgerð í kontantsølu vegna nýggjan teig
Útgáva 2.0.0.46 (29-12-15)
- Goymsluuppteljing:
- Goymsluuppteljing kann stovnast út frá øllum vørum sum hava rørslur.
- Goymsluuppteljing kann seta 0 í nøgd fyri allar linjur í uppteljingini.
- Flætta goymsluuppteljingar. Um sama vøra er á fleiri linjum, verða hesar taldar saman í eina linju.
- Avrita uppteljing til regulering: Um sama vøra er á fleiri linjum, verða hesar taldar saman í eina linju.
- Rættingar:
- Rættingar gjørdar í vøruleitirútinum.
- Annað:
- Vørunavn2 í verðu skrivast út á etikettina um tað er útfylt.
- Rørslur á vørum vísur nú linjudagfesting.
Útgáva 2.0.0.38 (14-12-15)
- Kontantsøla:
- Í POS kann man nú áseta um avslátturin er fyri eina ella allar linjur.
- Skermmyndin “Kontantsøla” kann útskriva kvittan.
- Nýggjur teigur gjørdur í POS undir Kassauppgerð at skráseta viðmerking
- Nýggjur teigur í POS undir Kassauppgerð útskrift:Felt til váttan.
- Vørur:
- Undir skráseting av vøru kann man nú leita uppá navn í teiginum Vørubólkur.
- Vøruleitirúturin leitar nú esini uppá vørubólk, og man kann avrita vøru í sama rúti.
- Stýring av útskrivt av etikett, um hon einans skal útskriva strikukotuna (ikki prísin).
- Seðlar:
- Til ber nú at knýta skjøl til sølu-/keyps ordrar/fakturar
- Nú kann man marka fleiri seðlar og strika bíðimerki.
- Útskriftir
- Til ber at seta flugubein um ein vil fjala vørunr á útskrift (tilboð,ordri,fylgiseðil,fakturi,keypsordri,keypsfakturi)
- Saldolisti kann nú vísa kontonr hjá kunda.
- Kontoavrit vísur tlf hjá kundanum.
- Navnið á gjaldstreytini kemur út á fakturan.
Útgáva 2.0.0.35 (08-09-2015)
- Bókingar:
- +/- í teignum dagur, hækkar / lækkar dagfestingina
- Upphædd, valuta, hagtøl, debit og kredit mvg eru nú roknifeltir. T.v.s. til ber at skriva einfaldar formlar t.d. 10*2
- Nullbóking:
- Nullbókingar taka nú hædd fyri dimensiónum.
- Søluordrar:
- Leveringskundin á ordranum stýrir um MVG kann roknast av vørunum.
- Avslátturin inni á leveringskundanum ávirkar hvussu nógvur avsláttur verður givin sum standard.
- Ordralinjur:
- Nýtt linjuslag 'Sumlinja' er lagt inn. Um tú tøppar inn eina linju av hesum slag, verða vørulinjurnar omanfyri fjaldar og samanteljing av hesum linjum vístar á linju fyri seg. Linjuslagið Sumlinja hevur einans ávirkan á útskriftir.
- Mvg-fríar vørur hava eina * uttast til høgru á ordra- og fakturaútskriftunum.
- Søluhagtøl:
- Hagtøl kunnu nú vísa samanteljingar fyri sølu í kr og tal av avgreiðslum.
- Rykkjaraskipan:
- Til ber at fáa upphæddina við í telduposttekstin tá rykkjari verður sendur.
- Fakturering:
- Nú ber til at senda rokningar umvegis rokningardepilin við sniðnum OIOXML.
Útgáva 2.0.0.26 (24-06-2015)
- Nýtt
- Søluhagtøl
- Nú ber til at broyta rekkjufylgju á ordralinjunum
- Vøruskermmyndin kann vísa rørslulista fyri einstaku vøruna
- Vørulistin vísir hvat er á goymslu.
- Betringar
- Leitingin í vørulistanum er optimerað
- Optimering av útskrift av kontoavritum
- Rættingar
- Feilrætting í smb. við tekstlinjur í ordrum
Útgáva 2.0.0.20 (23-04-2015)
- Nýtt
- Rykkjaraskipan í LF2014
- Betringar
- Ordradato verður óbroytt tá fakturerað verður
- Innlesing av tekstbókingum í sambandi við dimensiónir
Útgáva 2.0.0.19 (12-03-2015)
- Nýtt
- Senda faktura og vel hvørja t-post adressu sendast skal til
- Senda kontoavrit og vel hvørja t-post adressu sendast skal til
- Avrita vøru
- Betringar
- Møguleiki at rætta kundaupplýsingar tá leitað verður eftir kunda í ordramyndini
- Møguleiki at rætta kundaupplýsingar tá leitað verður eftir kunda í bókingarmyndini
- Gjørt pláss til 1000 tals seperator á etikettum
- Fleiri sorteringsmøguleikar á søluordrayvirlitinum
- Fleiri sorteringsmøguleikar á fakturayvirlitinum
- Leitifelt eftir vørum bertrað
Útgáva 2.0.0.17 (09-02-2015)
- Nýtt
- Kontantsøluskipan (Kassaskipan)
- Søluhagtøl
- Betringar
- Fakturalayout
- T-post adressa á ordramyndini
- Skaffivøra - Sí vegleiðing Faktura LF2014
Útgáva 2.0.0.12 (02-10-2014)
- Nýtt
- Innkeypsmodul
- OIOXML Fakturar
- FI-linja á Fakturar
- Betringar
- [Roknskaparskipan] Sí vegleiðing: Roknskaparskipan LF2014
Útgáva 1.5.0 (pjø - 04-12-2012)
- Nýtt
- Support fyri Microsoft SQL Server 2012
- [Bóking] Markera og broyt nógvar bókingar í skuffu samstundis (dato, skjalanummar og tekst)
- Betringar
- [Amboð, Tekstbókingar] Progressbar og teljara við innlesing av fílu
- [Bóking] Progressbar og teljara tá bókingar verða broyttar, strikaðar, fluttar ella aktiveraðar
- [Roknskaparskipan] Møguligt at vísa lyklatøl inni í roknskapinum á linju fyri seg sjálvan
- [Renturokning] Minnist til seinast brúktu parametrar
- [Roknskaparskipan] Síður verða ikki útskrivaðar fyri Rakstur/Ogn/Skuld, um ongar linjur eru undir yvirskriftini
- Rættingar
- [Úrrit, Saldolisti] Bókingar í skuffu komu ikki við, tá man valdi Tíðarskeið
- [Roknskaparskipan] Gera formlar hevði feil fyri lyklatøl og samansettar kolonnir
- [Roknskaparskipan] Nýggja kontogruppa feilur tá man opnaði tilknýttar konti
Útgáva 1.4.2 (pjø - 12-07-2012)
- Rættingar
- [Bóking] Feilur í fílu til netbanka, 7 siffra kontonummur manglaðu 000 frammanfyri
- [Roknskaparskipan] Fíla Roknskap.rdlc manglaði
Útgáva 1.4.1 (pjø - 11-07-2012)
- Rættingar
- [Úrrit Saldolisti] skeivar konti blivu filtreraðar úr listanum, um onkrar konti vóru settar til 'Óvirkin'
- [Úrrit Saldolisti] saldo vístu 0, um gamalt roknskaparár var enda
- [Amboð, Dagføra saldi] um eingin bóking var gjørd uppá konto, bleiv saldo ikki dagførd
Útgáva 1.4.0 (pjø - 05-07-2012)
- Nýtt
- [Uppseting] Synkronisering av kontolista millum Lundan og Faktura
- Betringar
- [Roknskaparskipan] møguligt at brúka hagtøl og valuta í útrokning av lyklatølum
- [Roknskaparskipan] betra útsjónd á úrriti, tá bert ein kolonna verður brúkt
- [Roknskaparskipan] minnist til síðst brúktu parametrar
- [Roknskaparskipan] betringar í at stovna linjur, fyri at gera tað skjótari
- Rættingar
- [Uppseting, Tekstbókingar] goymdi ikki skuffu, tá uppseting verður stovna
- [Amboð, Tekstbókingar] programfeilur um leið til fílu ikki fanst
- [Úrrit, Journal] vísir brúkaranavn í staðin fyri brúkaranummar á tí, sum hevur gjørt bókingina
Útgáva 1.3.0 (pjø - 31-05-2012)
- Nýtt
- [Bóking] Kontolisti(lítli) F4 til at vísa kontoavrit á skerm
- [Bóking] CTRL-N til at stovna bóking
- [Roknskaparskipan] Kunna velja um útskrivast skal við, uttan desimalar ella í tusund kr
- Betringar
- [Bóking] betra leiting eftir konto
- [Bóking] betra leiting eftir dimensión
- [Bóking] minnast til upphædd tá bóking verður stovna ella broytt
- [Roknskaparskipan] sortering á kolonnum
- Rættingar
- [Úrrit] Senda kontoavrit við mail, feilur um longdin av mail-adressum var meira enn 60 tekn
- [Kontolisti] Endurles (F5) virkaði ikki altíð
- [Bóking] innihald av mvg-feltinum verður ikki altíð markera við broyting
- [Amboð] Innlesing av bankaflytingum, minus vekk frá kredit
Útgáva 1.2.0 (pjø - 27-04-2012)
- Nýtt
- [Roknskaparskipan] Víðka til eisini at kunna brúka valuta og hagtøl
- [Kontoavrit við telduposti] Brúkaranavn og loyniorð til SMTP
- Betringar
- [Kontolisti] Felt teldupostur longt frá 33 til 1000 tekn
- [Úrrit, generelt] Frá- og til kontonr. finnur nærmasta kontonr.
- [Hópflytingar] Frá- og til kontonr. finnur nærmasta kontonr.
- [Renturokning] Frá- og til kontonr. finnur nærmasta kontonr.
- [Eksport, Gjaldsskipan] Frá- og til kontonr. finnur nærmasta kontonr.
- [Amboð, Viðlíkahalda Kontolista] Broyta kontur, frá- og til kontonr. finnur nærmasta kontonr.
- [Kontolisti] Feltini Bústaður,Bústaður2,Býur,Land og Kontaktpersónur longd frá 33 til 60 tekn
- [Úrrit, Saldolisti] Útlesing til csv-fílu, nú við kolonnum fyri búðstaður og býur
- Rættingar
- [Úrrit, Journal] Bert bókingar í skuffu komu við á úrrit
- [Kontolisti] Endurlesa (F5), feilur rættaður, broytti uppá leiting (filtur)
- [Kontolisti] Feilur við at velja Rentubólk
- [Roknskaparskipan] Feilur tá útskriva var við lyklatølum
Útgáva 1.1.0 (pjø - 08-03-2012)
- Nýtt
- Roknskaparskipan
- [Úrrit] Mvg-kanning
- Betringar
- [Kontoavrit] Skiljitekn "\" í bókingartekstinum
- [Úrrit, Kontolisti] Útlesing til CSV við tlf, email osv.
- [Úrrit, Journal] Útlesing til CSV við dimensiónum
- [Kontoavrit á skerm] Vísa pdf-skjøl
- [Kontoavrit á skerm] Leita uppá dimensión
- [Kontolisti] F5-knøttur til at endurlesa (refresh)
- [Bóking] Skriva navn á dimensión og leita við at trýsta á píl niður
- [Bóking] Hækka skjalanummar við at trýsta á millumrúms-tastin
- Rættingar
- [Tekstbókingar] Fílur fluttur eftir innlesing, um kopi-umráði er ásett
- [Tekstbókingar] Hagtøl skullu ikki innlesast, um konto ikki krevur tað
- [Tekstbókingar] Gjaldoyra skal ikki innlesast, um konto ikki krevur tað
- [Bóking] Fastir bókingartekstir
- [Bóking] Tekstur í feltinum Dato verður nú altíð markeraður
- [Bóking] Felt Hagtøl var altíð aktivt
- [Bóking] Felt Gjaldoyra var altíð aktivt
- [Bóking] Saldo í kontolistanum varð ikki dagførd, tá bóking varð strikað
- [Bóking] Hagtals- og gjaldoyrasaldo í kontolistanum verður dagførd fyri hvørja bóking
- [Bóking] Tað bar til at umleypa dimensión, sjálvt um konto kravdi dimensión
- [Bóking] Tað bar til at bóka við dimensión uppá konto, sum ikki kravdi dimensión
- [Kontolisti] Hagtals-saldo var altíð 0,00
- [Úrrit, Rørslulisti] Leita uppá dimensión
- [Úrrit, Rørslulisti] Leita við ella uttan null-bókingar
- [Úrrit, Rørslulisti] Listin yvir dimensiónir manglaði frágreiðing
- [Úrrit, Journal] Leita uppá skjalanummar